KVF: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur svarað Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni.
Enn hevur landsstýrið einki gjørt við tað, sum stendur í samgonguskjalinum um heimildina hjá kommununum at krevja gjøld fyri tænastur til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi.
– Men eg fari í næstum undir fyrireikandi arbeiði at útvega kommununum tær neyðugu heimildirnar til hetta, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, í svari til Sólvit E. Nolsø, løgtingsmann, sum spurdi um tænastugjald fyri veitingar til summarhús.
Hava heimildir
Landsstýrismaðurin sigur, at í summum førum hava kommunurnar longu heimild at taka gjald fyri ávísar tænastur, sum kommunurnar veita húsaeigarum, sum ikki búgva í kommununi.
Eitt er fyri at tøma septikktangar, og eitt er fyri at sleppa av við burturkast á bingjuplássum.
Lógaruppskot um tænastugjøld kemur væntandi í løgtingið í vár, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Í samgonguskjalinum stendur eisini, at ætlanin er at áseta bústaðarskyldu í sambandi við nýggjar kommunalar byggiætlanir.
Facebook viðmerkingar