Nú eru starvsfólkini sett í starv, sum skulu taka sær av at geva dialýsu á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Fyrr í ár varð søkt eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum, men tey fingu ikki nokk av umsøkjarum til at seta størvini. Men so broyttu tey setanartreytirnar og lýstu enn einaferð, og hesa ferð varð staðfest, at starvsstaðurin var, í hvussu so er í størri mun, á Suðuroyar Sjúkrahúsi.Og nú hjálpti, tú fingu tey nokk av umsøkjarum og herfyri vórðu teir fýra sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum skulu reka dialýsuna á Suðuroyar Sjúkrhúsi, settir í starv.
Eftir ætlan byrja sjúkrarøktarfrøðingarnir í starvinum um mánaðarskiftið og fara til Danmarkar tíðliga í november í upplæring. Upplæringin væntast at taka 6-8 vikur, so tað fer at knípa, at tað verður í ár at tað fer at bera til at fáa dialýsu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men í hvussu so er verður tað allar fyrst í næsta ár.
Kelda: dimma.fo
Facebook viðmerkingar