Fólkaheilsustýrið spyr framvegis føroyingar, hvussu teir hava tað. 8.000 tilvildarliga valdir føroyingar fingu fyri góðum mánaði síðani innbjóðing um at luttaka í kanningini, “Hvussu hevur tú tað?”, sum savnar inn upplýsingar um heilsu, sjúku og trivnað. Móttøkan hevur verið góð higartil, og meira enn helvtin hevur svarað spurnablaðnum, sum er tøkt til 13. nov. Endaspurturin av kanningini er nú settur inn, og vónandi geva enn fleiri sítt íkast, tí tess fleiri luttaka, tess størri er virðið á kanningini.
UNGIR MENN MANGLA
Ofta vísir seg, at truplari er at fáa mannfólk enn konufólk at luttaka í kanningum sum hesari. Hetta mynstrið vísir seg eisini í nýggju fólkaheilsukanningini. Menninir standa fyri 45 % av innsendu spurnabløðunum og eru sostatt nakað aftanfyri kvinnurnar.
Tey innbodnu eru millum 18 og 85 ár, og umboðanin er sum heild rættiliga jøvn millum ymsu aldursbólkarnar, men mannfólk undir 35 ár eru lutfalsliga undirumboðaðir. Umráðandi er, at røddin hjá teimum ungu eisini verður hoyrd, so til ber at gera eina heildarlýsing av fólkaheilsuni í Føroyum. Hugsandi er, at hesin bólkurin hevur øðrvísi hugburð og tørv innan ymisk viðurskifti, eitt nú trivnað.
SAMSTARV VIÐ KOMMUNURNAR
Bæði kommunalir myndugleikar og landsmyndugleikar hava víst stóran áhuga fyri úrslitunum, sum kanningin fer at útvega. Kommunurnar hava eisini verið virkin samstarvspartur við at breiða boðskapin og eggja fólki í lokaløkjunum at vera við, og luttøkan higartil vísir seg at vera rættiliga jøvn kring landið. Tað er gleðiligt, tí tað hevur týdning, at øll øki í landinum verða lutfalsliga javnt umboðað, bæði fyri at geva eina rætta heildarmynd, men eisini fyri at kunna seta inn við møguligum heilsuátøkum alt eftir tørvi í lokaløkjunum.
SÍÐSTA FREIST
Nú bert fáir dagar eru eftir at svara kanningini, heitir Fólkaheilsustýrið á fólk um at geva sær stundir at svara spurnakanningini, tí hon kann veita okkum týðandi vitan, sum kann brúkast til at bøta um fólkaheilsuna í Føroyum. Kanningin er tøk á Vanganum undir Fólkaheilsustýrinum. Svarini hjá einstøku luttakarunum eru dulnevnd, og verða bert viðgjørd í savnaðum høpi. Øll, sum luttaka, eru við í lutakastinum um tríggjar góðar vinningar: tvey gávubrøv áljóðandi 2.000 og 6.000 kr. umframt eitt gávukort uppá 4.000 kr. til eina flogferð.
Facebook viðmerkingar