Suðuroy Suðuroy, nú verður møguleiki at hoyra hendan spennandi fyrilesturin í roynhøllini í Hvalba mikudagin kl 16.30.
Endamálið við “Ung og Hassj” tiltakinum er vísa á, hvussu umráðandi tað er at fyribyrgja at ung byrja at roykja hassj – ella, í øðrum lagi, at fáa tey at halda upp at við at gera tað.
Ein liður í fyribyrgingararbeiðnum er at menna vitanina um hassj og hassjnýtslu – hjá teimum ungu, foreldrum teirra, lærarum, fakfólki og øðrum.
Tað er umráðandi at varpa ljós á fylgjurnar, tað kan hava fyri ung, sum enda í hassjnýtslu og -misnýtslu, og hvussu tað kann ávirka teirra trivna, læring, kognitivu førleikar, uppmøting í skúlahøpi, sálarligu heilsu og tilknýtið til arbeiðsmarknaðin sum vaksin.
Vit vilja eisini varpa ljós á nýggjastu granskingina, tá ið tað snýr seg um avleiðingarnar av regluligari hassjnýtslu.
Christopher Schmitz, ið fer at halda fyrilestrarnar, hevur 20 ára royndir at arbeiða við ungum sum roykja hassj. Hann hevur hjálpt foreldrum teirra eins og nógv fakfólk hava tikið útbúgving hjá honum, har hann undirvísir teimum í at brúka ta evidensbaseraðu HAP metoduna. Hann hevur eisini skrivað bøkurnar “Forælder til hashryger (2013)” sum er týdd til trý mál og skriva bókina “Den vigtigste bog du nogensinde har læst om cannabis (2020)”.
Tað verða bert 2 almennir fyrilestrar hesa ferð, men annars verða fýra aðrir fyrilestrar hildnir fyri framhaldsdeildum, næmingum á Glasi og í Suðuroynni, fyri fakfólki í Smæruni.
Hvør fyrilestur varar umleið ein tíma, og aftaná verður kjak, har tað eisini ber til at seta spurningar. Tiltakið er ókeypis fyri allar luttakarar.
Stigtakari er:
Rúsráðgevingin v/Menu Joensen
Facebook viðmerkingar