Felagið føroyskir fyritíðarpensionistar heitir á samgonguna, um at takað
aftur lógaruppskotið um hækkan av prísunum á heiligvági.
Liminir í okkara felagi hava flest allir tørv á lívsneyðugun heilivágið og tá vit frammanundan eru ein láglønarbólkur skal ikki nógv til at koppa búsketti.
Hetta er at leggja stein omaná byrði og vandin fyri at okkara limir ikki fáa tann heilivág íð er lívsneyðugur fyri teir er stórur, knapt 200 kr um mánaðan er sera nógv fyri ein fyritíðar pensionist.
Alt í samfelaginum er dýrka met nógv og um valið stendur millum mólk og breyð til børnini ella heilivág , so er ikki ringt at gita hvat liggur fremst.
Felagið heitur enn einaferð staðiliga á samgongun um at taka lógaruppskotið aftur.
Felagið føroyskir fyritíðarpensionistar
Facebook viðmerkingar