Mortan úr Hørg virðisløn fyri besta eldri veðr

Fríggjadagin 17. novembur 2023 vórðu úrslitini av árligu Landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vórðu virðislønir latnar til bestu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.

Á hvørjum heysti eru staðbundnar seyðasýningar úti um landið, har góðkendir sýnarar døma brundseyð. Seyðurin, ið antin hevur fingið úrvalspremiu ella 1. premiu á teimum staðbundnu sýningunum, kann síðan verða meldaður til Landsseyðasýningina, ið Búnaðarstovan skipar fyri, sum liður í arbeiðinum at ala fram so lýtaleysan seyð í Føroyum, sum gjørligt. Til Landsseyðasýningina verða tilmeldaðu seyðirnir sýnaðir umaftur av útvaldum sýnsmonnum, bidnir til uppgávuna av Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir, og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum.  At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

Avgerðin
Úrslitini fyri 2023 blivu almannakunngjørd fríggjadagin 17. november 2023 á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har gott 60 áhugaði vóru komin saman, umframt at umleið 100 fólk fylgdu við á netinum. Tiltakið byrjaði við, at Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni bjóðaði vælkomin og helt vælkomurøðu, og síðan var sum vant felagssangur.Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum. 

Jens Ivan í Gerðinum greiddi frá um roynd, sum eg gjørd við at brúka Seyðagrón frá Havsbrún, sum ískoytisfóður til ærnar á Búnaðarstovuni.

Síðan var kaffisteðgur.

Eftir kaffisteðgin vórðu videoupptøkur vístar av 8 teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki. Síðan kunngjørdi  Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum úrslitið av Landsseyðasýningini 2023 og handaði virðislønirnar.

Úrslitini vóru hesi:Veðragjólingar:

1. Virðisløn: Poul Arni Jacobsen, Syðrugøta

2. Virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður 

3. Virðisløn: Ísak Petersen, Viðareiði 

 

Veturgamlir veðrar:

1. Virðisløn: Thorvald Lútzen, Syðradalur

2. Virðisløn: Øssur Andreasen, Kvívík 

3. Virðisløn: Esmar Sørensen, Viðareiði

Eldri veðrar:

1. Virðisløn: Mortan úr Hørg, Sumba

2. Virðisløn: Sigtór Lútzen, Syðradalur

3. Virðisløn: Øssur Andreasen, Kvívík

Facebook viðmerkingar