Jólatræið á Tvøroyri tendrar sunnudagin

Sunnudagin 26. nov kl. 16.00 verður jólatræið á Tvøroyri tendrað.

Formaðurin í mentanarnevndini, Bjarni Hammer, bjóðar vælkomin og nýggi sóknarpresturin, Hanus Pál Jógvansson, heldur røðu.

Tvøroyrar Hornorkestur spælir og jólamenn koma við pakkum til børnini. Eisini verða bollar og heitt kakao at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar