Vágs Kommunu søkir eftir námsfrøðingum

Vágs Kommunu søkir eftir námsfrøðingum at starvast millum 30 – 35 tímar um vikuna, at byrja í januar 2024.

Eikilund, Sóljan, Frítíðarskúlin og Ungdómshúsið mynda dagstovnaøkið, men hava sjálvstøðugar karmar at virka undir. Náttúran og nærumhvørvið seta sín dám á gerandisdagin í dagstovnaøkinum.

Okur vænta, at tú:

  • kanst arbeiða sjálvstøðugt, men dugur at samstarva
  • er jalig/ur og sær møguleikar, heldur enn forðingar
  • tekur ábyrgd og setur tær mál
  • skapa góðar og tryggar umstøður í gerandisdegnum saman við børnum
  • ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum

Okur bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á dagstovnaøkið hjá Vágs Kommunu.

Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir verður sent til Vágs Kommuna, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur ella við at trýsta her. Meira fast at vita um størvini við at venda sær til Petry Mortensen, býráðsskrivara á telefon 733008 ella umvegis teldupost petry@vagur.fo.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í staðin.

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 6. desembur 2023 kl. 12.00

Facebook viðmerkingar