Orsaka av, at Herjólfur 3 skal til Íslands at loysa av fyri Herjólf 4, verður eingin sigling á leið 8 millum Krambatanga og Tórshavn frá fríggjadegnum 24/11 og fyribils til og við týsdagin 5/12.
Herjólfur 4, ið dagliga siglir millum Vestmannaoyggjarnar og Landeyjahöfn, hevur fingið trupulleikar við einum motori, og tí er Herjólfur 3 boðsendur til Íslands av loysa av skjótast til ber.
Nærri kunning um hetta kemur seinni.
Facebook viðmerkingar