Tað er áhugavert at síggja Anniku Olsen, og onnur á loysingarveingjunum, fílast inn á Sjúrða Skaale og Annu Falkenberg, ið eru okkara umboð á Fólkatingið. Tey bæði hava forhandlað seg til nakrar milliónir í samband við donsku fíggjarlógina. Puljan hjá Annu fer primert til gransking og líknandi sum viðkemur Føroyum. Sjúrður Skaale hevur millum annað skaffað pengar til byggja eitt nýtt Sjósavn í Føroyum.
Tað sum undrar meg, er at hesi somu loysingarfólkini einki hava ímóti at Føroyar fáa eini 15 mió. kr. hvørt tað einasta ár frá øðrum norðanlondum. Hesir pengarnir verða pumpaðir beinleiðis inn í raksturin hjá einum mentanarhúsi í Havn: Norðurlandahúsið. Altso, samanlagt eru fleiri hundraðtals milliónir komnar frá Norðurlandaráðnum ígjøgnum árini. Her velur loysingarvongurin, og fleiri við teimum, bara at síggja ímillum fingrarnar…
Hesar 15 mió. kr. eru tó ikki kostnaðarleysar. Tí, tey somu norðanlondini hava harvið ræðið á Norðurlandahúsinum og brúka hetta valdið til at seta eina fremmanda dagsskrá, sum kloyvur føroyingar.
Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Facebook viðmerkingar