44 næmingar prógv á Ítróttaháskúlanum

Fríggjadagin var endahátíðarhald hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, har 44 næmingar fingu prógv eftir 15 vikur á heystskeiði 2023.

Ítróttaháskúlin er eitt av spennandi skúlatilboðunum í Føroyum. Og eftir ársskiftið byrjar várskeiðið 2024.
Stórur áhugi er fyri Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og eru flestu skeiðini fullsett við skeiðsbyrjan. Tað eru pláss fyri 48 næmingum á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Fleiri myndir eru á facebook-vanganum hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Facebook viðmerkingar