Aftur í ár letur Ungdómshúsið í Vági hondvirkaðar jólagávur til borgarar í Vági, borgarar ið eru 80 ár og eldri.
Ungdómshúsið í Vági (Ungdómsbankjon) hevur siðvenju at gera handvirkaðar jólagávur til eldru borgarar í kommununi. Børnini í Ungdómshúsinum hava síðani oktobur mánað atbeitt við at gera jólagávur til eldri fólk í Vági.
Børnini frá 3. flokki og uppeftir hava verið ótrúliga røsk at gera jólagávurnar. Tey hava siti so trúføst kvøld eftir kvøld, meðan Ungdómshúsið hevur verið opið, og nú eru tey komin á mál við øllum jólagávunum.
Eftir ætlan fara okur at bera jólagavurnar út tórskvøldið 7. desembur. Okur møta í Ungdómshúsinum tórskvøldið klokkan 17.00 og fara so at bera jólagávurnar út. Ungdómshúsið og Vágs Kommuna heita á bilførarar um at ansað eftir børnunum hetta kvøldið.
Ungdómshúsið vónar, at fleiri børn verða við til at bera jólagávurnar út. Á hendan hátt náa okur út til allar borgararnar hetta kvøldið. Heitt verður á børnini um, at vera væl ílatin og at hava endurskyn við.
Tey eldru plaga at verða sera glað fyri jólagávurnar frá børnunum í Ungdómshúsinum. Tí hevði tað verið ein góð hjálp um avvarandi kunnu siga teimum eldru frá, at gávurnar verða borðnar út tórskvøldið, soleiðis at tey flestu eru heima til at taka ímóti jólagávunum.
Tórskvøldið 7. desembur er sostatt virksemi í Ungdómshúsið skert og fevnir bert um at bera jólagávurnar út.
Heilsan frá okum í Ungdómsbankanum
Facebook viðmerkingar