
Leygardagin, 9. desembur, fer Kirkjukórið Ljómur á sangferð í Vági. Byrjað verður við Heimavirkið og Sjónina um 11 tíðina fyrrapartin, og kórið syngur síðani vestur gjøgnum bygdina.
Sangferðin endar á Kaféini á Gørðunum umleið kl. 13.20.
Seinrapartin kl. 15 syngur kórið í Eldrasambýlinum og kl. 16 vesturi í Hamragarði.
Sunnudagin kl. 18 verður stórsligin jólakonsert í Vágs kirkju.
Orðið á Borðið, Sumbiarkórið, Streingjakórið í Porkeri og Kirkjukórið Ljómur syngja.
Vit, sum á foldum fjakka og barnið hava sæð,
Vit boyggja knø og takka for undurið hin dag.
Hann niður her var sendur alt uttan skart og gleim,
fekk litið upp í hendur at frelsa allan heim.
(Andersen/Neptun)
Facebook viðmerkingar