KVF: Vágs býráð hevur latið Bakkafrosti fyribils treytað byggiloyvi til smoltstøð við Ónavík á Lopransfirði.
Endaligt nýtsluloyvi verður givið, tá Bakkafrost hevur fingið øll neyðug loyvi og fingið endaliga góðkent eina dagførda verkætlan.
Fyribilsloyvið er galdandi í tvey ár.
Fyri sløkum ári síðani goðkendi Umhvørvisstovan umhvørvisárinsmetingina hjá Bakkafrosti um smoltstøðina við Ónavík.
Ætlanin er at fylla grót út á sjógv og síðani byggja smoltstøð.
Avmarkað ávirkan
Niðurstøðan hjá SMJ, sum gjørdi kanningina fyri Bakkafrost, er, at tað fer at hava eina avmarkaða og staðbundna ávirkan at fylla út á sjógv og byggja smoltstøðina.
Og ávirkanin verður bara ta tíðina, sum tað tekur plantulívinum og djóralívinum at endurstovna seg.
Smoltstøðin fer at brúka 100 rúmmetrar av vatni um tíman.
Vatnið verður tikið úr Sumbiarbergholinum.
Facebook viðmerkingar