Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir starvsfólkum til føst størv

Søkt verður eftir hesum størvum:

Heimasjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv í sunnaru helvt av Suðuroy frá 1. januar til 31. desembur 2024.
Talan er um starvsbrøk 0,8. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, og triðja hvørt vikuskiftið.

Heilsurøktara í fast starv á Sambýlinum í Vági frá 1. januar 2024.
Talan er um starv á 35 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi trýskiftis vaktum, og annað hvørt vikuskiftið.

Um eingin heilsurøktari søkir, kann starvið verða sett av heilsuhjálpara.

Ynskjandi førleikar til tann, ið settur verður:

  • Útbúgving og drúgvar royndir á økinum
  • Nærlagni í sínum arbeiði
  • Sjálvbjargin í sínum arbeiði
  • Góð samstarvsevni bæði við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar

Køkshjálp í fast starv á Sambýlinum í Vági frá 1. januar 2024.
Talan er um starv á 20 tímar um vikuna. Arbeitt verður gerandisdagar og annað hvørt vikuskiftið.

Ynskjandi førleikar til tann, ið settur verður:

  • Drúgvar royndir á økinum
  • Nærlagni í sínum arbeiði
  • Sjálvbjargin í sínum arbeiði
  • Góð samstarvsevni bæði við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar Heilsurøktari í fast starv á Hamragarði frá 1. januar 2024.
    Talan er um starv á 28 tímar um vikuna. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskiftið.
    Ynskjandi førleikar til tann, ið settur verður:
  • Útbúgving og drúgvar royndir á økinum
  • Nærlagni í sínum arbeiði
  • Sjálvbjargin í sínum arbeiði
  • Góð samstarvsevni bæði við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar

Heilsurøktari í fast starv á Hamragarði frá 1. januar 2024.
Talan er um starv á 30 tímar um vikuna. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskiftið.

Ynskjandi førleikar til tann, ið settur verður:

  • Útbúgving og drúgvar royndir á økinum
  • Nærlagni í sínum arbeiði
  • Sjálvbjargin í sínum arbeiði
  • Góð samstarvsevni bæði við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar

Einum heilsuhjálpara í fast starv á Hamragarði frá 1. januar 2024.
Talan er um starv á 30 tímar um vikuna. Arbeitt verður í skiftandi trýskiftis vaktum, og annað hvørt vikuskiftið.

Ynskjandi førleikar til tann, ið settur verður:

  • Útbúgving og drúgvar royndir á økinum
  • Nærlagni í sínum arbeiði
  • Sjálvbjargin í sínum arbeiði
  • Góð samstarvsevni bæði við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar

Einum starvsfólki til Dagtilhaldið á Hamragarði í fast starv frá 1. januar 2024:
Ert tú íverksetari, hevur hug og torir ganga nýggjar leiðir, er fleksibul og opin fyri nýggjum avbjóðingum, er tað tær vit leita eftir.

Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi. Endamálið er at tryggja, at borgarin livir eitt virkið lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin. Tú kemur at verða um, stuðla, tilrættarleggja og skipa dagin hjá teimum sum koma í dagtilhaldið.

Talan er um starv á 35 tímar um vikuna, og arbeitt verður gerandisdagar.
Ynskjandi førleikar til tann, ið settur verður:

  • Heilsufaklig ella onnur viðkomandi útbúgvin kann verða ein fyrimunur
  • Royndir á økinum
  • Nærlagni í sínum arbeiði
  • Sjálvbjargin í sínum arbeiði
  • Góð samstarvsevni bæði við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar

Vit vænta at tey settu hava:
• Hevur royndir innan økið
• Hevur góð samstarvsevnir
• Hevur telduførleika á brúkarastøði

Vit bjóða:
• Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú er við til at mynda og menna tænastuna í økinum
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
• Fakliga og persónliga menning

Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfakfeløg

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til:
Daimi Kjærbo úr Hørg eindarleiðara á tlf. 793503.

Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Hanus Toftheyggj, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur
ella til: bhs@bhs.fo

Umsóknarfreist: 18. desembur 2023 kl. 12.00.

Facebook viðmerkingar