Vágs kommuna: Góða gamla spæliplássið í miðbýnum í Vági treingir harðliga til uppfrískan, sigur Levi R. Mørk, formaður í mentamálanevndini hjá Vágs Kommunu.
Í áravís hevur gamla spæliplássið í mibýðnum í Vági verið frammi – reint politiskt, og fleiri góð huskot eru komin millum ár og dag. Soleiðis at mentarnarvirksemi og trivnaðurin í miðbýnum í Vági skal koma øllum til rætt. Øll hava ynskt at framt nýggjar ætlanir við spæliplássinum og fleiri ferðir er peningur settur av til at betra um og fríðka spæliplássið. Men framvegis er næstan einki hent. Nakað varð gjørt í 2018, har táverandi ungdómsnevnd og mentamálanevnd gjørdi niðara partin av spæliplássinum betri.
Nógv hevur verið tosað um hvat skal gerast og fleiri arkitektatekningar eru gjørdar av spæliplássið, og nú er tíðin komin at nakað má henda, sigur Levi.
Á fíggjarætlanini fyri 2024 hevur Vágs Kommuna sett 650.000 kr. av til byrjanina at fríðka spæliplássið í miðbýnum og at samasjóða hetta við fiskaplássið á Løðhamar.
Gøta við ljósum á Løðhamar
Á fiskaplássinum á Løðhamar eru benkrir settir upp, men meira skal til fyri at fáa fólk oman til hetta siðssøguliga stað, sigur formaðurin í mentanarnevndini. Í 2024 er ætlanin at seta ljós framvið gøtuni á Løðhamri. Økið á Løðhamari er ein sonn perla og okur fara nú at samansjóða alt økið í miðbýnum, bæði spæliplássið og Løðhamar.
Okur vóna, at okur eru komnir nakað víðari við ætlanini til komandi jóansøku og til Ljósfest komandi ár.
Ætlanin er at fáa gjørt eitt slag av tilhaldsstøðum í miðbýnum, bæði á spæliplássinum og á Løðhamri. Hetta fyri børn, ung, fyri familjur, einstaklingar og eldri osfr. sigur Levi R. Mørk at enda.
Facebook viðmerkingar