Nú nú jólini nærkast og jólastákan er í Vágs skúla, ynskja næmingar í Vágs skúla at bjóða til hugnaløtu í Vágs kirkju ónsdagin 13. desembur kl. 11.00
Tað eru næmingar í 1. – 3. flokki, sum saman við lærarum, ið hava fyriskipað hetta tiltakið, sum er ætla sum alment tiltak fyri tey, sum á onkran hátt hava eina løtu at seta av til jólasang, luciagongd, hugna og frásøgn.
Tiltakið er nú ónsdagin 13. desembur, ið er Luciadagur kl. 11.00 at næmingar og lærarar bjóða inn í hugnaligu Vágs kirkju til hesa jólaliguløtuna.
Næmingarnir hava seinastu tíðina sungi og vant nógv til jólatiltøkini í skúlanum, eins og tey hava vitja runt í bygdini til ymisk tiltøk.
Tiltakið er lítlan tíma til longdar og byrjar kl. 11.00 og øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar