Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur nú borið uppskot um løgtingslóg um Brekumboð niðan í Løgtingið.
“Tað hevur leingi verið tørvur á einum óheftum Brekumboði í Føroyum, og tí gleðist eg um, at lógaruppskotið er borið niðan í Løgtingið í dag”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Endamálið við lógaruppskotinum er at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek.
Brekumboðið hevur sum aðalmál at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðiligari í almenna rúminum, og skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við breksáttmálan. Eisini skal Brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Í hesum sambandi skal Brekumboðið millum annað veita ráð og vegleiðing, um rættindi, kæru- og klagumøguleikar, og gera frágreiðingar og kanningar um viðurskifti hjá fólki, ið bera brek.
Uppskotið til løgtingslóg um Brekumboð varð lagt fram í Løgtinginum í dag. Fyrsta viðgerð av uppskotinum verður eftir jól.
Lógaruppskotið kann lesast HER
Facebook viðmerkingar