Í summar var eg á fundi við Hestfólk um farleiðina út í Hest, sum skuldi skipast av nýggjum, tá Sandoyartunnilin letur upp.
Hestfólk hava í eitt longri áramál verið í samskifti við skiftandi landsstýrisfólk um at fáa betri samband út í oynni, soleiðis at tað t.d. var gjørligt at kunnu búgva í Hesti og arbeiða ella ganga í skúla í meginøkinum. Hetta hevur ikki verið gjørligt higartil, tí fyrsti túrurin úr Hesti á Gomlurætt hevur verið kl. 8.45.
Tá fundurin í summar varð fyrireikaður, varð tilfar, sum Hestfólk fyrr hava sent ráðnum, gjøgnumgingið og hugdi eg eisini at sjónvarps-dokumentarinum “Hin gloymda oyggin”. Ein dokumentarur frá 2021 í tveimum pørtum, sum Tórður Mikkelsen legði til rættis. Ein sera góður dokumentarur, har heitið “Hin gloymda oyggin” sigur alt.
Áðrenn fundin í summar varð avgerð tikin um, at ætlanin varð at skipa eina munandi betur Hestleið, tá siglandi Sandoyarleiðin heldur uppat – og fingu Hestfólk eisini hetta at vita á fundinum. -Og nú er so eisini greitt, at nýggja Hestleiðin verður ein munandi uppraðfesting.
Nýggja ferðaætlanin út í Hest er kunngjørd í morgun. Túratalið er munandi økt og fyrsti túrur úr Hesti inn á Gomlurætt er kl. 7.20 á morgni. Fyrstu tíðina verður tað Teistin, sum kemur at røkja Hestleiðina, annars verður tað Erla Kongsdóttir, sum kemur at røkja leiðina út í Hest.
Eg eri sera fegin um, at tað bar til at uppraðfesta Hestleiðina – og er hetta eisini fult í tráð við ætlanirnar hjá samgonguni á samferðsluøkinum, um at okur skulu kunnu búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir javnbjóðis treytum, og um at styrkja møguleikarnar hjá útoyggjunum at mennast.
Dennis Holm, landsstýrismaður
Facebook viðmerkingar