Farloyvisstarv sum heimasjúkrarøktarfrøðingur

Ynskir tú at vera við í einum avbjóðandi starvi og í einum spennandi fakligum toymi, er tað tær vit leita eftir.

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir heimasjúkrarøtarfrøðingi í farloyvisstarv. Talan er um eitt farloyvisstarv frá 1. februar til 31. desembur 2024. Starvsstaðurin er í sunnaruhelvt av Suðuroy og starvsbrøkurin er 0,8. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvør vikuskiftið.

Førleikar:
Fyriuttan útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur er tað ein fyrimunur, at tú hevur
royndir innan økið.

Vit vænta at tú:
• Kann ráðgeva, samstarva og vegleiða starvsfólk og avvarðandi
• Hevur áhugað at arbeiða samsvarandi okkara virðisgrundarlagi
• Hevur telduførleika á brúkarastøði

Vit bjóða:
• Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna tænastuna.
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
• Ein fakligan og spennandi gerandisdag.

Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Daimi Kjærbo úr Hørg eindarleiðara á tlf. 793503.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan
att. Daimi Kjærbo úr Hørg
Eiðisvegur 28,
900 Vágur
ella bhs@bhs.fo

Umsóknarfreist 12. januar 2024 kl. 12.00

Facebook viðmerkingar