Section spælir til dans í VB-húsinum á nýggjárinum

Nýggjársnevndin í Vági leggur stóran dent á at nýggjárshaldið í Vági skal verða eitt tiltak fyri øll og fyri allar aldursbólkar.

Í nógv ár hevur dansur verið bæði í Vágs Høll og í VB-húsinum nýggjársaftan. Í Vágs Høll er tónleikur kanska meiri til yngra ættarliðið, meðan tónleikurin í VB-húsinum er til eldra ættarliðið.

Í ár verður eisini dansur bæði í Vágs Høll og í VB-húsinum. Og í VB-húsinum fara Section at spæla til dansin.

Section var ein sera virkin bólkur árini innan og eftir 1990 og spældi til dans kring alt landið.

Í september 1991 luttók bólkurin á maraton-konsert í batmintonhøllini í Gundadali í Havn. Bólkurin varð kosin besti bólkur. Í 1991 gav Section eisini út bandútgávu, nevnd Í lagið.

Section gjørdi í summar comeback til Ljósfestina í Vági og fer Section á nýggjárinum aftur á pall í VB-húsinum at spæla vælkendu dansitónarnar, sum eyðkendu Section.

Facebook viðmerkingar