Høvuðsuppgávur
Veita privatkundum eina góða tænastu og ráðgeving, við fokusi á kundan.
Tú fært ábyrgdina av tínum egnu kundum og luttekur harumframt saman við
starvsfeløgum í dagliga arbeiðinum á deildini.
Førleikakrøv
Gjarna peningastovnsútbúgving, AFR ella líknandi útbúgving.
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, ágrýtin, fleksibul og gert tær ómak. Tær dámar
væl at hava nógv at gera, eins og tær dámar væl fjølbroyttar uppgávur og at
fullføra eitt arbeiði.
Upplýsingar um starvið
Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband
við Petur Óla Samuelsen, deildarleiðara, á telefon 239874 ella á peturoli@ss.fo.
Starvið verður at seta 1. mars, ella eftir avtalu.
Umsókn
Umsókn skal sendast til Suðuroyar Sparikassa til Petur Óla Samuelsen á
peturoli@ss.fo.
Umsóknarfreistin er 22. januar 2024.
Facebook viðmerkingar