Yrkisdepilin: Gongdin yvir nýggjar lærusáttmálar í 2023 vísir, at yrkisútbúgvingarnar framvegis eru høgt í metum ímillum ung og tilkomin fólk, sum skulu velja sær yrkisleið.
Í 2023 valdu 376 fólk at gera lærusáttmála við ein arbeiðsgevara fyri at fáa eitt sveinabræv ella eitt yrkisbræv og tað er yvir 57% av einum miðal føroyskum árgangi, her tað í miðal hava verið fødd knapt 660 børn um árið seinastu 20 árini.
Konjunkturarnir í Føroyum hava stórt árin á, hvussu nógvir lærlingar byrja í læru á hvørjum ári og sæst tað eisini týðiliga í sveiggjunum í tølunum frá ári til ár. Í 2009, beint eftir kreppuna, byrjaðu einans 26,9% av einum miðal føroyskum árgangi uppá eina yrkisútbúgving og er hetta nógv tann minsta tilgongdin í einum ári, um hugt verður at seinastu 20 árunum. Sæð yvir longri áramál, hevur tilgongdin til yrkisútbúgvingarnar tó verið rættiliga høg og vaksandi í nógv ár og hevur síðan 2016 ligið omanfyri 50% árliga.
Nógvar ymiskar útbúgvingar
Tey 376 fólkini, sum byrjaðu í læru í 2023, læra innan 44 ymiskar útbúgvingar. Verða allir virknir lærlingar taldir við, eru í dag knapt 1.000 fólk í ferð við at taka 58 ymiskar yrkisútbúgvingar í Føroyum.
Aldur við byrjan
Aldurin á nýggju lærlingunum í 2023 lá ímillum 16 og 54 ár, ímeðan miðalaldurin var 21,9 ár. Ikki síðan 2010 hevur miðalaldurin á teimum sum byrja í læru verið so lágur.
Beint undir 22% av teimum, sum byrjaðu at læra í 2023, vóru yvir 25 ár.
Skúlagongdin í Føroyum og í Danmark
Av teimum 58 útbúgvingunum, sum føroyskir lærlingar læra innanfyri í løtuni, ber til at taka skúlagongdina til 14 teirra í Føroyum. Til hinar 44 útbúgvingarnar krevst, at lærlingar fara til Danmarkar í skúla. Í tølum merkir tað, at í 2023 byrjaðu 28% av lærlingunum uppá útbúgvingar har tað krevst at tey fara uttanlands at taka skúlagongdina, sum hoyrir til útbúgvingina tey hava valt.
Størstu yrkini
Nógv tey størstu yrkini eru tær siðbundu føroysku útbúgvingarnar innan maskinsmíð, húsasmíð og elektrikara. 43% av lærlingunum í 2023 byrjaðu innan hesi økini.
Umleið 30% av øllum lærlingunum, sum byrjaðu í 2023, nema sær útbúgving innan merkantilu yrkini, har størstu útbúgvingarnar eru søla og skrivstova við ymiskum sergreinum, sum td. læknaskrivari, almenn fyrisiting, logistikk, advokatskrivari og innan speditión og shipping.
Fleiri hagtøl um yrkisútbúgvingarnar eru at finna á www.yrkisdepilin.fo/hagtoel
Facebook viðmerkingar