Afturvendandi trupulleiki: Møta ikki upp til ítrótt í Suðuroynni

Ár um ár er trupulleikin hin sami: Lið norðaneftir møta ikki upp til ítróttardystir og -kappingar í Suðuroynni. Hetta er støðan um tað er til fótbólt ein vakran summardag við sól og stilli, ella á vetrardegi, tá innandura-ítróttur kring alt landið.

Í dag var hondbóltur á skránni í Vágs Høll frá kl. 10 til kl. 17, har 13 dystir skuldu spælast. Tá samanumkom avlýst flest øll liðini at koma suður, og í staðin fyri 13 dystir, eru tað nú 3 dystir í Vágs Høll.

Samstundis er stórt ferðalið av ítróttarfólkum úr Suðuroynni á veg norðureftir til dystir norðanfjørðs. Bara hjá VB fóru eini 60 ítróttarfólk norður við Smyrli í morgun til hondbóltsdystur norðanfjørðs.

Trupulleikin er ikki nýggjur, men er afturvendandi ár um ár, á sumri sum vetri. Nú mugu HSF, FSF og onnur á banan og krevja av feløgunum, at tey møta upp til dystir í Suðuroynni.

Lat tað verða sagt, at tað sjálvandi er í lagi at avlýsa um t.d. illveður er. Tað er ikki støðan í dag.

Facebook viðmerkingar