Fríggjadagin varð skipað fyri móttøku í sambandi við at Kvíggjartún á Argjum lat upp.
Kvíggjartún er heim, umlætting og frítíðartilboð til børn og ung við autismu.
Sirið Stenberg landsstýriskvinna helt røðu. Niðanfyri ber til at lesa hana.
Góðu tit børn og ungu, góðu tit øll, sum eru her í dag; familja, fakfólk og vinir.
Tað er gleðiligt at vera her í dag og vera saman við tykkum henda stóra dag. Og eg havi leingi sæð fram til hendan dagin, sum tit allarhelst eisini hava verið spent uppá.
Vit eru saman her í dag, ikki bara í einum stásiligum, spildurnýggjum bygningi, men við einari felags ætlan um at skapa eitt heim, og eitt trygt og gott stað at vera hjá børnum og ungum við autismu.
Her verður bæði bútilboð, umlætting og frítíðartilboð. Trý neyðug tilboð við sama endamáli: at geva børnunum og teimum ungu møguleika at menna sosialar og persónligar førleikar, og megna eitt so sjálvstøðugt lív, sum til ber.
Eg fari fyrst at venda mær til børnini og tykkum ungu. Tit eru hjartað og sálin í hesum heiminum, og tykkara vælvera og tykkara umstøður at fjálgast og mennast her, eru ovasta raðfestingin og endamálið við tí heila. Hetta húsið er gjørt til tykkum. Góðar umstøður eru avgerandi fyri góða sálarheilsu, orkuró, miðsavnan og trivnað sum heild. Og góðar umstøður, tað skulu tit hava!
Øll eru tit einstøk, við tykkara egnu styrkjum, áhugamálum og avbjóðingum og eginleikum, og tað er akkurát tað, sum ger tykkum so serstøk.
Í hesum kørmunum vóni eg, at tit fara at fáa ein góðan og gevandi gerandisdag eins og góða, stuttliga og mennandi frítíð í umstøðum, sum eru gjørdar júst og serliga til tykkara. Familja og vinir hjá tykkum og tykkara kæru fara eisini at kenna gleðina, tá tey síggja tykkum trívast og gleðast – hetta hevur tí eisini stóran týdning fyri tey.
Her hava byggifrøðingar, arkitektar, serfrøðingar, snikkarar, timburfólk, fakfólk og felagsskapir roynt at hugsa um hvørja detalju. Gott ljóð, ljós og tilfar hevur havt høga raðfesting.
Góð inniluft, góð trygd og góðar umstøður at vera fyri seg sjálvan og at vera saman, alt slíkt sum hevur týdning fyri okkum menniskju. Her eru felagsrúmini; sansarúm, aktivitetsrúm, verkstað, vatnrúm, ítrívsrúm og sansagarðar. Alt hetta fer vónandi at geva tykkum gleði í gerandisdegnum.
Høvuðsráðgevin, KONTRAST, hevur havt uppgávuna at sniðgeva henda serstaka bygning, sum er grundaður á hugsjónina um at fevna og verja tykkum, sum koma at húsast her – í einum virkisgrundaðum, tryggum og heimligum umhvørvi.
Sjey arbeiðstakarar hava staðið fyri byggingini, og bygningurin er slóðbrótandi í tann mun, at hetta er fyrsti bygningur av sínum slag í Føroyum. Tí er Kvíggjartún eisini søguligt. Her er hugsað heilt serligt um tykkum, sum her skulu vera.
Saman við Almannaverkinum og Landsverki hevur okkara mál ikki bara verið at geva tykkum tak yvir høvdið, men at skapa eitt heim, har sum tit kenna tykkum væl, og har sum tey sum eru saman við tykkum um dagarnar og næturnar, fáa tær bestu umstøðurnar at geva tykkum góðar og ríkar dagar við trivnaði og umsorgan. Her skal vera gott og mennandi at vera.
Góðu foreldur, systkin, ommur og abbar og onnur, sum eru so heppin at vera partur av lívinum hjá hesum fittu børnum. Eg skilji væl, um kenslan er blandað. Bæði gleði um, at nú er klárt at flyta inn ella fáa dagtilboð ella umlættingartilboð her – og so hinvegin, stúranin um, hvussu tað verður hjá tykkum øllum, nú gerandisdagurin broytist, og barnið er meira heimanífrá. Vónandi fara tit skjótt at kenna tykkum trygg við umstøðurnar, og fáa eitt gott og mennandi samstarv við starvsfólkini og onnur avvarðandi. Mín inniliga vón og væntan er, at alt skal ganga væl – børnunum at gagni.
Tykkum starvsfólkum vilja vit geva góðar karmar at virka undir, sjálvandi. Tykkara íkast, tykkara fakligheit og umsorgan er avgerandi førningur fyri at kunna skapa tær bestu umstøður, og góðan gerandisdag fyri børnini og tey ungu í øllum trimum tilboðum.
Tað krevur góðar umstøður at veita góðar umstøður, og vónandi fáa tit her hugsavnað tykkum um tað, sum tit duga allarbest: At skapa tryggleika og trivnað, og at veita fakliga grundaða umsorgan í gerandisdegnum. Eg ynski tykkum bestu eydnu við arbeiðinum.
Havið børnini, familjurnar og hjartað við í øllum tí tit gera. Tit hava eina ómetaliga stóra og týdningarmikla uppgávu at røkja. Og tað fara tit eisini at megna til fulnar. Tit vera avgerandi fyri sálina í húsinum og fyri trivnað og menning hjá børnunum.
Ætlanin um at byggja heim til børn og ung við autismu hevur verið leingi á veg, men tað var í 2019 at gongd fyrstu ferð varð sett á ítøkiligu ætlanina at byggja. Arbeiðið varð tá boðið út, men síðani varð avgerð tikin um at bjóða út av nýggjum.
Á vári 2021 setti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, táverandi landsstýriskvinna í almannamálum, spakan í og loysti fyrsta flagið. Eg minnist væl dagin, tá ið flagið varð loyst. Vit vóru nøkur, sum vóru møtt og stóðu júst her í kavaælingi og droymdu um, hvussu hetta fór at verða. Og nú er tað her.
Eg fari við hesum eisini at takka politisku skipanini fyri at hava víst hesi verkætlan vælvild, øll hava havt sama ynski um at hetta skuldi eydnast, og at tað skuldi eydnast væl. Hetta merkir viðhvørt eisini at skjótasta og bíligasta loysnin ikki altíð er tann besta.
Ætlanir sum hesar taka tíð, og vit vita, at tað hevur verið leingi at bíða.
Hetta er ikki bara er ein spurningur um føgur orð og vakrar veggir, men ein veruligur tørvur og eitt neyðugt stað og heim, sum tit hava bíðað leingi og spent eftir. Endiliga, kunnu vit tí siga, endiliga kunnu vit bjóða hetta heimið, sum tit so hava uppiborið. Tað eri eg, sum sagt, so glað um.
Almannamálaráðið, Almannaverkið og Landsverk hava við hesum avrikað eina væleydnaða verkætlan, sum liður í eini longri ætlan um at veita nøktandi tilboð, umstøður og heim og tilboð til fólk, sum hava serligar avbjóðingar av ymiskum slag. Eg haldi, vit skulu siga serligar eginleikar, heldur enn serligar avbjóðingar.
Eisini fari eg at takka Autismufelagnum mangar ferðir fyri at hava verið ein góður og konstruktivur sparringspartnari í tilgongdini. Bíðilistin er langur, og umstøðurnar hava verið langt frá nóg góðar. Hervið er eitt týðandi klípið tikið av avbjóðingini hjá okkum at basa hesum.
Vert er at minnast, at okkara styrki, sum samfelag, ikki bara mátast í materiellum virðum, men eisini í okkara hegni og førleika at skapa fevnandi rúm og samfelag fyri øll. Kvíggjartún er ikki bara ein flottur bygningur, men umboðar eisini okkara felags skyldu at styrkja og stuðla hvørjum øðrum. Í okkara samfelag skulu øll trívast og rúm skal vera fyri øllum.
Eg fari at ynskja tykkum øllum blíðan byr og vóni so, at tit fara at trívast her í vakra hugnaliga Kvíggjartúni.
Takk fyri.
Facebook viðmerkingar