Endamálið við lógaruppskotinum er at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek.
Brekumboðið hevur sum aðalmál at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðiligari í almenna rúminum, og skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við breksáttmálan. Eisini skal Brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Í hesum sambandi skal Brekumboðið millum annað veita ráð og vegleiðing, um rættindi, kæru- og klagumøguleikar, og gera frágreiðingar og kanningar um viðurskifti hjá fólki, ið bera brek.
Í samgonguskjalinum stendur, at eitt brekumboð skal setast á stovn skjótast gjørligt.
Landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg fór tí undir fyrireikandi arbeiðið beinanvegin.
Uppskotið til løgtingslóg varð sent til almenna hoyring í mai í 2023, og sent 23 stovnum/feløgum o.ø til ummælis.
Uppskotið varð borið í Løgtingið fyri jól. Í dag var so 1. viðgerð av løgtingslóg um Brekumboð.
Facebook viðmerkingar