Vágs Kommuna fegnast um, at aftur í ár verður Ljósfest í Vági. Nógv verður á skránni vikuskiftið 16., 17. og 18. august 2024 – eitt nú barnatiltak, søla av handvrikaðum, listaframsýning og nógvur tónleikur.
Fyrsta tónleikanavnið er Ronnie og Maria við bólki
Okur kunna nú avdúkað, at fólkakæri Ronnie Nielsen saman við dóttrini Maria Ronniesdóttur Nielsen verða at hoyra á ársins Ljósfest. Ronnie var á pallinum til fyrstu Ljósfestina, sum var í 2021. Tá spældi hann saman við kæra vini sínum og sála George Eystan Á.
Ronnie kemur hesaferð til Ljósfest at framføra saman við dóttrini Mariu Ronniesdóttur Nielsen. Maria hevur longu bergtikið okum víð vøkru røddini. Maria er dóttur Ronnie Nielsen og Rúnu av Heygum, tey eru jú bæði tvey, tey heilt stóru nøvnini innan føroyskan tónleik í áravís.
Ronnie og Maria koma at framføra á stóra pallinum leygarkvøldið 17. august.
Facebook viðmerkingar