Fjórða árið við Virkin Vágur

vagur.fo: Fyrsta februar fer heilsuátakið hjá Vágs Kommunu, Virkin Vágur, av bakkastokkið fyri fjórðu ferð. Virkin Vágur er eitt heilsuátak, sum varar allan februar mánað.

Tað var í 2021 at Vágs Kommuna skipaði fyri fyrstu ferð fyri heilsuátakinum Virkin Vágur. Fyrsta árið eydnaðist sera væl og vágbingar tóku Virkin Vágur til sín. Síðani 2021 er Virkin Vágur ein fastur partur av árshjólinum yvir tiltøk hjá Vágs Kommunu.

Hesar tríggjar undanfarnu februar mánaðirnar hava vágbingar kunna mált og viga sjeg, teir hava róð, runni, súkkla, lurta eftir forvitnisligum fyrilestrum, kappast, stuttleika sjeg, verið saman og mangt annað. Denturin hevur verið á kroppsligu- og sálarheilsuni hjá vágbingunum.

Grundarsteinurin í Virkin Vágur er ABC boðskapurin fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsustýrinum. ABC leggur upp til, at ein er virkin, saman og hugbundin, og í Virkin Vágur eru okur virkin, saman og hugbundin í ein heilan mánað. Sigur Magnus Pauli West, samskipari. Men tað mest umráðandi fyri okum er, at vágbingar gera Virkin Vágur til sítt. Á hendan hátt fáa øll tað mest burturúr heilsuátakinum og kunna fáa hetta at passa inn í gerandisdagin, eisini eftir at Virkin Vágur er av.

Virkin Vágur 2024

Virkin Vágur í ár fylgir sama leistið, sum undanfarin ár. Byrjað verður 1. februar og hildið verður á til 29. februar. Hesar dagarnar verður nógv á skrá í Vági. Forvitnisligir fyrilestrar og ymisk heilsutiltøk fylla skránna, sum kemur út í næstu viku.

Kappingar

Traditionen tro, so verða aftur í ár ymsar kappingar í samband við Virkin Vágur. Høvuðsvinningurin er eitt dreymandi vikuskiftisuppihald á Hotel Brandan fyri tvey. Somuleiðis eru vikuvinningar og vinningur í samnband við 2K – klára okur 2.000 km í februar. Høvuðsvinningin og vikuvinningarnar kunnu øll vinna, um tey deila myndir á Facebook og brúka hashtaggini #virkinvágur2024 og #abcfyrisálarligaheilsu. Vinningin í samband við 2k – klára okur 2.000 km í februar verður drigin í millum øll, sum skráseta teirra fjarstøðu.

Meira kunning kemur í komandi viku, tá skráin verður kunngjørd.

Facebook viðmerkingar