Í novemburmánað skipaði Vágs Kommuna fyri matarkvøldið fyri allar borgarar í Vági. Hetta kvøldið eydnaðist sera væl og eini 120 fólk fingu sær eina góða máltíð.
Tórskvøldið 29. februar millum klokkan 17.00 og 20.00 bjóðar Vágs Kommuna øllum borgarum í Vági aftur til felags matarkvøld. Matarkvøldið verður í hølunum hjá Frelsurnarherinum.
Takin í kvøldinum er at geva borgarum møguleika at seta til borðs, sum einstaklingur ella sum familja, og njóta eina góða máltíð. Tí gerandisdagurin hjá nógvum – kanska serliga smábarnafamiljum – er hektiskur. Nógv skal avrikast og samdøgri er ikki longri enn 24 tímar. Fyri at lætta um, so bjóðar Vágs Kommuna øllum borgarum til matarkvøld, har høvið er fyri hugna og samveru saman við teimum nærmastu og vinfólki. Á matarkvøldinum ber eisini til at gera matpakkar til børnini, ið tey kunnu hava við í barnagarð og skúla dagineftir.
Matarkvøldið er 29. februar frá klokkan 17.00 og til klokkan 20.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin at meldað sjeg til við at trýsta á hetta leinkið. Tilmeldingin er ikki bindandi, men verður bert brúkt sum ábending um, hvussu nógvur matur skal gerast.
Sjálvboðin til felags matarkvøldið
Um onkur hevur hug at hjálpa til í samband matarkvøldið – tað kundi verið at dekkað upp, gjørt reint ella at matgera, so ber til at meldað sjeg til við at trýsta á hetta leinkið.
Facebook viðmerkingar