4. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag varð spælt í Húsinum við Á í Porkeri 1. februar. Hetta umfarið vunnu Tórði Strøm og Páll Lervig.
Úrslitið av umfarinum var hetta:
Nr. 1. Tórði Strøm og Páll Lervig, 4 stig hvør
Nr. 2. Tova Kjærbo og Beinir Thomsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Kathrina Borgardal og Eirik Poulsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Thomar Hermanssen og Anja Bech, 1 stig hvør
Næsta umfar í sjavskappingini verður í Húsinum við Á ónskvøldið 14. februar aftaná aðalfundin hjá Suðuroyar Sjavsfelag.
Aðalfundur
Aðalfundurin hjá Suðuroyar Sjavsfelag verður kl.18.00. Tvey fólk í nevndini ganga út hesaferð. Tey eru Elna Poulsen og Páll Lervig. Tit eru vælkomin at koma við uppskotum til nevndina. Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði til fundin og sjavskappingina
Facebook viðmerkingar