TB vann Bónusfinaluna fyri dreingir 14

Dreingir 14:
TB-Ternan 2-1 (25-21, 22-25, 15-13)

Eisini U14 dreingirnir hjá TB vunnu gull í finaluni í Bónuskappingini.

Ikki kann sigast annað, enn at dreingjasíðan í flogbóltinum á Tvøroyri hevur eina bjarta framtíð. Fyrr í dag, vunnu U12 dreingirnir sína finalu í Bónuskappinini, og U14 dreingirnir hava nú eisini vunnið hesa finaluna.

Talan var um sera javnan dyst ímillum TB og Ternuna, har javnbrótari skuldi til, áðrenn TB fór avstað við teprum 2-1 sigri.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Hans Jacob G. Petersen hjá TB.

Facebook viðmerkingar