Námsfrøðingar og avloysarir til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu

Vit søkja eftir
Einum námsfrøðingi til barnagarðstovu á 30 tímar um vikuna, at byrjað 1. apríl ella skjótast til ber.

Einum námsfrøðingi til Frítíðarskúla á 26 tímar um vikuna, í eitt barsilsfarloyvistarv í tíðarskeiðnum 01.05.24 til 01.04.25.

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað.

Eisini søkja vit eftir føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.

Stovnurin
Brosið er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í august 2017.

Vit hava eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og frítíðarskúla.

Stovnurin er í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.

Vit hava sera góðar innan- og uttandura umstøður sum geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.

Vit bjóða eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum. Vit hava góða normering og tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi. Vit seta tíð av til fyrireiking og eftirmeting av arbeiðinum.

Vit vænta av umsøkjarum at
• tú hevur ein jaligan hugburð og sær møguleikar heldur enn forðingar
• tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
• tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
• tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
• tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
• tú ynskir áhaldandi at menna teg fakliga
• tú kanst arbeiða við teimum námsfrøðiligu amboðum sum stovnurin brúkar

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Sambært barnaváttanarlógini §2, hevur Hvalbiar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara á tlf. 237580

Umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 19.mars 2024 kl.12.00.

Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo

Facebook viðmerkingar