Borgin – áhugafelag hjá FC Suðuroy

Týskvøldið 5. Mars 2023 varð áhugafelag / stuðulsfelag hjá FC Suðuroy sett á stovn.

Aðalfundurin samtykti einmælt at geva felagnum navnið “BORGIN”, sum Neptun hevur givið uppskot um.

Endamál felagsins er m.a. at stimbra og menna áhugan fyri fótbóltsfelagnum FC Suðuroy og at skipa fyri tiltøkum við tí endamáli, at fjepparar hjá felagnum standa saman.

Øll, sum halda við FC Suðuroy, kunnu gerast limir í felagnum. Limagjaldið er kr 200,- um árið.

Ein nevnd við sjey limum varð vald, og hesi vórðu:
Július Vest Joensen, form.
Óli Holm, kassameistari & næstformaður
Alex Vilhelm, skrivari
Páll Lervig, nevndarlimur
Oddny Joensen, nevndarlimur
Lív Godtfred, nevndarlimur
Hans Michael í Lágabø, nevndarlimur
Tiltakslimir:
Sámal Midjord
Petur Olaf í Lágabø
Granskoðari:
Páll Leo

Mann kann gerast limur við at gjalda kr 200,- á konto: 9870-3083390.

Facebook viðmerkingar