Janus Wiberg til Ljósfest í Vági

Janus Wiberg Mortensen sum seinastu árini er komin við fleiri landaplágum og gjørdis nr 3 herfyri í danska Melodi Grand Prixnum. 

Har hann eftir okkara áskoðan, var klárt bestur.  

Har Janus bergtók okkum øll, við  sanginum ” I Need Your Love ” við frálíka sanginum og framúrskarandi røddini, hava danir eisini valt Janus inn á danska hittlistan. 

Sera vakri sangurin ” I Need Your Love ” liggur í løtuni ovarliga á donskum hittlistinum.

Somuleiðis eru fleiri viðmerkjarar á YouTube, samdur um at talan var um vinnara sangin, har verður orð sum ” Strong VOICE ” and the ” Best Song “, vera brúkt.

Okur kunnu tí sera fegin og við gleði avdúka at Janus Wiberg við bólki spæla til Ljósfestina í Vági leygarkvøldið 17 august. 

Har fleiri av hansara tónkeikarum, sum eftir ætlan eru við til Ljósfest í Vági, eru av fremstu tónleikarum í Danmark í løtuni. 

Onkur teirra spæla við heimskenda Lukas Graham.

Okur kunnu tí staðfesta, at eitt av heitastu nøvninum innan føroyska tónleikaheimin í løtuni er Janus Wiberg. Janus Wiberg Mortensen, hevur seinastu  árini nomið við okkara hjørtu við framúr tónleiki og við einastandandi sangtekstum.  

Janus hevur eisini gjørt lagið til eina av føroya størstu tónleikalandaplágum yvirhøvir. Talan er um sera vakra sangin ” Mítt vakra Føroya Land ” sum kom út í 2017. 

Sangin hevur Janus gjørt saman við Jens Marna Hansen og vøkru orðini til sangin eigur mammubeiggin hjá Janus, Norleif Wiberg Holm saman við Jens Marna Hansen.  

Aðrar sangir hjá Janus eru m.a ” Når Lyset Rammer Dig “, sum kom út í 2020 og var nógv at hoyra í Danmark og herheima. 

Sangin hevur Janus gjørt saman við einum øðrum meistara innan føroyska tónleikaheimin. 

Talan er sjálvandi um Marius Ziska, teir báðir gjørdu sangin saman við Søren Balsner, sum eisini er partur av heimskenda danska rockbólkinum Carpark North.  

Janus hevur gjørt nógv um seg í seinastuni og er eisini vorðin kendur eitt nú í Grikkalandi. Har hann er nógv spældur og hevur havt framførðslur í greskum sjónvarpið.  

Ein má siga at Janus Wiberg Mortensen, hevur alvorliga sligið seg fastan í okkara hjørtum og ikki at gloyma í Danmark, har hann við framúr sanginum ” I Need Your Love ” eisini verður at hoyra til Ljósfestina í Vági leygarkvøldið 17 august 2024.

Facebook viðmerkingar