127 ára og 164 ára føðingardagar

Í samband við at Handilin við Misá D.J.Vilhelm verður 127 ár og Garða Handilin verður 164 ár, verða stór og góð tilboð galdandi alla vikuna fram til 31. Mars 2024.

Føðingardagurin verður hildin onsdagin tann 27.03.2027 við kaffi, te og køkum allan dagin.

Keypsseðlar.
Tey sum keypa fyri meira enn 300 krónur við einum keypsseðli, frá onsdegnum tann 27.03.2024 og fram til og við leygardagin tann 30.03.2024, kunnu luttaka í eini kapping um 4 gávukort uppá kr. 500,00 hvørt.
Skriva telefon nummar og navn á keypsseðilin, og koyr hann niður í kassan til keypsseðlar, so luttekur tú í kappingini.

Vinnarar verða funnir á Páskum.

Undirhald.

  • Kl. 19:00 verður undirhald og søgur á Café-ini á Gørðunum, við luttøku av NePtuN Niels Petur Nolsøe, Arnfinni Bjarkhamar og Hegga Helgi Augustinussen.
  • Svein í Prestgarði syngur nakrar sangir.
  • Felagssangur verður eisini.

Øll eru vælkomin
Samkeyp á Gørðunum

Facebook viðmerkingar