Frá Strandferðsluni um broytingar á leiðunum 7, 700 og 701

Mynd Bjartur V. Thomsen

Vegna vána veðurforsøgn og tí at Smyril fer at sigla vestanfyri í morgin, mikudag 27. mars, verður siglt soleiðis á leið 7:

Av Krambatanga kl. 6:00 og kl. 14:30

Av Havnini kl. 11:00 og kl. 18:00.

Roknast kann við, at siglingartíðin, tá siglt verður vestanfyri, verður tveir tímar og minuttir.

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í smb. við hesar brotingar:

Leið 700

Koyrt verður úr Vági kl. 5:25 (tilkall úr Sumba kl. 5:00), og kl. 13:30 (tilkall úr Sumba kl. 13:10). Harumframt verður koyrt frá komuni hjá Smyrli kl. uml. 20:30.

Túrurin úr Vági kl. 10:25 verður ikki koyrdur.

Leið 701

Koyrt verður úr Fámjin (tilkall) kl. 5:30 og kl. 13:30 (tilkall), úr Hvalba kl. 5:15 og kl. 13:25, av Tvøroyri kl. 5:40 og kl. 13:50. Harumframt verður koyrt frá komuni hjá Smyrli kl. uml. 20:30.

Túrurin kl. 10:15 úr Hvalba, kl. 10:30 úr Fámjin og av Tvøroyri kl. 10:40 verður ikki koyrdur.

Facebook viðmerkingar