Boðað verður til ársaðalfundar í Ognarfelag Tryggingartakaranna fríggjadagin 12. apríl kl. 17.00 á Hotel Hafnia
Dagsskrá
- Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári
- Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu møguligt avlop ella tap, sambært roknskapinum, verður nýtt
- Val av nevndarlimum
- Val av grannskoðarum
- Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera
Í seinasta lagi 14 dagar frammanundan aðalfundinum verða dagsskrá og tey fullfíggjaðu uppskotini, og ársroknskapur við grannskoðaraátekningum, løgd fyri limirnar á høvuðsskrivstovu felagsins.
Mál á skránni kunnu samtykkjast við vanligum atkvøðumeiriluta, tó soleiðis, at í minsta lagi helmingurin av umboðsfólkunum eru til staðar smb. § 21 stk. 1 í viðtøkunum.
Aðalfundurin verður stýrdur av einum av nevndini valdum fundarstjóra.
Allir tryggingartakarar í Betri Trygging, sum hava fastan bústað ella heimstað í Føroyum, eru limir í felagnum. Allir limir hava rætt til at møta á aðalfundinum og taka orðið, men hava ikki atkvøðurætt. Atkvøðurætt hava limirnir í Umboðsráðnum.
Tryggingartakarar, ið ætla at møta á aðalfundinum, skulu í seinasta lagi 2 dagar frammanundan aðalfundinum skrivliga boða frá luttøku á betri@betri.fo
Tórshavn, 25. mars 2024
Nevndin
Facebook viðmerkingar