Julia Carr nýggjur leikandi venjari hjá TB/FCS/Royn

Avtala bleiv gjørd við Juliu Carr beint fyri at flytingarvindeyga lukkaði um at hon hetta kappingarárið verður leikandi venjari hjá kvinnuliðnum hjá TB/FCS/Royn.

Julia, ið er 27 ár, kemur úr USA, har hon eisini hevur verið leikandi venjari hjá felagnum Connecticut Rush.
Julia er ein ágrýtin og sterkur miðvallarleikari, við góðum teknikki og spælforstáðilsi.

Kappingarárið byrjar nú mánadagin tá FC Hoyvík kemur á vitjan við Stórá.

Facebook viðmerkingar