Vágs kommuna: Fyrsta mars bleiv Magnus Pauli West settur sum trivnaðarleiðari í Vágs Kommunu. Talan er um eitt nýtt starv í Vágs Kommunu.
Vágs Kommuna arbeiðir við bygnaðarbroytingum og í samband við hetta arbeiðið, so er avgjørt at broyta og uppstiga leiðarastarvið hjá Magnus Paula. Hetta hevur við sær, at Magnus Pauli er vorðin trivnaðarleiðari. Trivnaðarleiðarin hevur hava yvirskipaðu leiðsluna av sosiala- og mentanarøkinum hjá kommununi og harundir liggjandi stovnunum og tænastunum. Trivnaðarleiðarin hevur eisini yvirskipaðu ábyrgdina av vinnuvendu tænastunum hjá kommununi.
Magnus Pauli er útbúgvin á lærdaháskúlanum í Aalborg, har hann hevur nomið eina kandidat í mentan, samskifti og altjóðagerð við sergrein í leiðslu og organisatiónmentan og eina bachelor í altjóða samskifti. Magnus Pauli hevur arbeiðsroyndir frá almennu og privatu vinnuni, bæði í Føroyum og uttanlands.
Facebook viðmerkingar