“Sig okkurt skek” í SALT leygarkvøldið

Stand-up sýningin “Sig okkurt skek”, har Sjúrður Skaale fortelur pínligar, merkiligar, intimar, men fyrst og fremst stuttligar søgur úr sínum egna lívi, hava gingið sum heitt breyð norðanfyri.

Leygarkvøldið kl. 20.00 verður sýningin í SALT á Drelnesi. Atgongumerki fáast á heimasíðuni atgongumerki.fo.

Sagt á Facebook um “Sig okkurt skek”:

“Havi ikki flent so nógv fyrr”

“Jeg gret”

“Havi ikki flent so nógv og so leingi í fleiri ár”

“Eitt mega stuttligt kvøld”

“So Skide Skeg”

“Bara for skek”

“Mátti taka brillurnar av, so eg kundi turka tárini “

“Klassi”.

“At flenna og nærum fáa ilt í búkin er gott!! Sjúrður dugir sanniliga at siga okkurt skeg!”

“Sig okkurt skek er ferðin hjá Sjúrði frá unglinga til manns og tær sannkenningar hann er komin til á vegnum. (…) Innlitið í sína egnu støðu fortelur ikki bara søguna um Sjúrð, men um sjálva lívsins treyt – fyri at brúka orðini hjá einum kendum manni. (…) Komedian varðir í hálvanannan tíma, men tað virkaði meiri sum ein hálvur tími. Eg var slett ikki liðugur at lurta og verða undirhildin, tá tjaldið fór niður. 

Onkra løtu takkaði eg fyri at omma ikki var millum áskoðararnar, tí tað pínliga var so pínligt at eg havi ikki hoyrt sovorið. Men tað er innlit og álvara, sum verður pakkað inn í skemt. Pínligheitskomedian verður í “Sig okkurt skek” tikin til next level, har onki er for groft ella for fúlt. Tað eleganta er, at perspektivið í framførsluni er eitt boð hjá Sjúrði uppá at forklára lívið fyri sær sjálvum og fyri okkum sum áskoðarum.” 

Facebook viðmerkingar