TBa dreingir 12 eru FM vinnarar

FM finalurnar fyri yngru deildirnar í flogbólti verða hetta vikuskiftið leiktar í ítróttarhøllini í Trongisvági, har TB er fyriskipari.

Dystirnir byrjaðu kl. 15.00 í dag og var fyrsti dysturin fyri dreingir 12. Finalan var ímilum TBa og TBb.

TBa fór við sigrinum og FM heitinum. TBa vann 2-0 við settúrslitunum 25-22 og 25-21.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Páll Hansen, sum var á TBa liðnum.

Facebook viðmerkingar