Tað er aftur í ár eydnast okum at fáa eitt av heitastu nøvninum í føroyskum tónleiki Marius Ziska á Ljósfest.
Seinnu árini hevur Marius Ziska av álvara staðfest, at hann er millum tey fremstu í føroyskum tónleiki. Hann ferðast bæði í Føroyum og uttanfyri landoddarnar við sínum tónleiki. Eisini framførdi Marius við bólki nakrar megnar konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri Eivøri. Ofta dreymakendi tónleikurin, saman við eyðkendu røddini, er eitt eyðkennið fyri bólkin og fyri stílin, ið ikki er til at fara skeivur av. Føroyingar hava av álvara tikið hann til sín.
At Marius hevur savnað eitt vala lið av góðum og væluppløgdum tónleikarum kring seg, ger bara tónleikin og pallframførslurnar enn betur. Hetta varð staðfest á seinastu Ljósfest í Vági, har Marius bergtók okum øll við framúr framførðslu á pallinum.
Løg sum Nærveran, Going Home, Silvurlín og Ongin er Orsøk eru fólkaogn, saman við fleiri øðrum løgum hjá Mariusi.
Facebook viðmerkingar