FC Suðuroy tapti, TB javnleik

Mynd: Bjartur Vest

FC Suðuroy tapti leygardagin 0-2 ímóti B71 á Eiðinum í Vági. Talan var sum heild um ein sera javan dyst, eisini eftir at Janus Augustinussen hjá FC Suðuroy eftir 22 minuttir fekk reyða kortið.

B71 legði seg á odda 1-0 við brotssparki í 60. min., sum Yakubu skoraði. Sami Yakubu gjørdi tað til 2-0 í seinasta minutti av vanligu leiktíðini.

Hetta var fyrsti dystur, sum FC Suðuroy hevur tapt í landskappingini síðani 1. oktober 2022.

TB spældi leygardagin javnleik 0-0 ímóti NSÍ í Runavík.

Støðan er eftir 6 umfør tann, at B36 er á odda, B71 nr. 2 og FC Suðuroy nr. 3. FC Suðuroy og NSÍ mangla at spæla ein dyst.

Facebook viðmerkingar