Frá 1. Juni 2024 verða tað tveir kommunulæknar á Heilsumiðstøðini í Vági. Tað eru tvey størv á kommunulæknaviðtaluni í Vági, men í nógv ár hevur Dorrit Bech Joensen verið einsamøll, umframt skiftandi avloysarar í styttri tíðarskeið.
1. juni verður hetta broytt, tí tá byrjar Dávið Guðnason í starvi sum kommunulækni á Heilsumiðstøðini í Vági.
Dávið Guðnason hevur í eitt tíðarskeið verið í starvi sum kommunulækni á Tvøroyri. Nú hann verður kommunulækni í Vági, søkir Heilsutrygd eftir tveimum kommunulæknum til viðtaluna á Tvøroyri.
Facebook viðmerkingar