1. deild: 4 stig frá 8. plássi til 2. pláss

Eftir 10 umfør kann bara staðfestast, at kappingin í 1. deild í fótbólti hjá monnum er sera jøvn. B36 er oddalið við 22 stigum, meðan B71 eftir 1-1 javnleikin ímóti TB leygardagin er á 2. plássi við 18 stigum.

Víkingur er eftir 3-1 sigurin á FC Suðuroy leygardagin á 3. plássi, og FC Suðuroy er á 4. plássi við sama stigatali sum Víkingur.

Á 8. plássi er NSÍ við 14 stigum og eru tað sostatt bara 4 stig frá 8. plássi til 2. pláss í 1. deild.

Komandi vikuskiftið er 11. umfar á skránni. Spælt verður fríggjakvøldið og leygardagin og leikskráin er hendan:

Facebook viðmerkingar