Fólkaflokkurin lovar tað, ið hann heldur, og heldur tað, hann lovar

Meðan aðrir politiskir flokkar, sum kalla seg borgarligar, lata seg ríva við av hørðu vinstrasnaringini, standa vit í Fólkaflokkinum rimmarfast við okkara frylynta, borgarliga politikk. Tað kann veljarin vera púra tryggur við.

Vanligt er í politikki, at flokkar í andstøðu eru meira upptiknir av samgonguflokkunum enn øvugt. Tó undrar teg meg ikki, at fólk við tilknýti til flokkarnar í Tinganesi eru eitt sindur bangin og hava hug á at leypa á Fólkaflokkin. Tað er jú blivið púra greitt, at vit eru tað sterkasta alternativið til reyða politikkin, sum nú verður førdur.

Hetta valskeiðið uppliva vit – sum ongantíð fyrr- eina vinstrasnaring í føroyskum politikki. Hetta rák er somikið hart, at enn tá flokkar høgrumegin miðásina lata seg ríva við.

Tað verður roynt at rættvísgera hesi mál við at kalla tað breiðar politiskar semjur. Fyri okkum í Fólkaflokkinum er tað púra greitt: Eingin flokkur, sum veruliga er borgarligur, kann ganga upp á kompromis og atkvøða fyri málum, sum undirgrava grundleggjandi, borgarlig virðir.

Eitt av hesum borgarligu virðum, sum Fólkaflokkurin til allar tíðir fer at verja, er ognarrætturin. Hann er so grundleggjandi í okkara samfelagsskipan, at hann er feldur inn í sjálva grundlógina.

Kortini hava vit í hesum valskeiði upplivað, at aðrir flokkar høgrumegin miðásina hava gjørt “breiðar semjur” og hava atkvøtt fyri, at ognarrætturin hjá føroyskum jarðareigarum hevur fingið eitt álvarsamt skot fyri bógvin. Grundlógin ásetur, at “ejendomsretten er ukrænkelig”, og vit í Fólkaflokkinum síggja stórar vandar í hesum nýggja ráki, har ognarrætturin ikki longur verður friðhalgaður.

Fyri okkum er hetta ógvuliga grundleggjandi. Tískil kunnu vit ikki  – og vit fara heldur ikki – at lata okkum lumpa og lokka til at gera slíkar “breiðar semjur”. Fólkaflokkurin er veruliga borgarligur, og hann er tann sami bæði áðrenn og eftir val. Veljarin kann vera púra tryggur. Vit lova tað, vit halda, og halda tað, vit lova.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Fólkaflokkurin

Facebook viðmerkingar