Lýsa við verkfalsbrotum


At taka upp verkfalsrakt arbeiði hevur í alla tíð verið ein óskikkur, sum fólk flest halda lítið um. Verkfalsbrótari, streykubrótari, skrúðubrekkari, ella hvat heitið man velur, so er her talan um vanvirðilig heiti, ið eingin hevur hug at hava á sær. Men hóast hetta síggja vit handlar lýsa á Facebook við, at tey eru júst hetta: Verkfalsbrótarar.

Fakfeløgini stríðast fyri bæði sínum egnu limum, og teimum, ið hava valt limaskapin frá. Fáa okkara limir lønarhækkan, so fáa tey óskipaðu eisini lønarhækkan. Og ein lønarhækkan er neyðug. Tað vita øll. Seinastu tvey árini er breyð, kjøt og grønmeti hækkað í miðal 20,5%. Hetta merkist munandi meir hjá teimum, ið hava harðast við at fáa endarnar at røkka saman, og eitt vanligt verkafólk fær ikki longur lønina at strekkja til. 

Vit fara nú undir triðju vikuna í verkfalli. Enn er einki, ið bendir á, at arbeiðsgevararnir eru upptiknir av øðrum enn at innflyta óorganiseraða arbeiðsmegi gjøgnum Fast Track skipanina, innflyta feskvørur í ómerktum vøruvognum og skeivt merktum bingjum og royna at kroysta aðrar fakbólkar og tey, ið ikki eru í fakfelag, til at gera verkfalsrakt arbeiði. 

Vit fáa steðga summum, annað fer undir okkara radara, og uppaftur annað hendur á økjum, ið vit ikki hava atgongd til. 

Afturvendandi er, at her er talan um verkfalsbrótarar, ið gera sín ódámliga gerning. Úrslitið er, at verkfallið verður uppaftur longri.

Tað er ikki trupult at síggja, hvørjir arbeiðsgevarar eru teir ringastu. Hvør tað er, ið hevur støðugt virksemi. Hvørjir handlar, á onkran hátt, fáa feskar vørur á hillarnar. So lýsingar fyri grønmeti og egg eru ikki bert handilslýsingar. Tær siga greitt, at hesin handilin er verkfalsbrótari. 

Men lat tað vera sagt, at fyri okkum er støðan greið: verkafólk skulu hava ordiliga løn! Tað fara vit at kempa fyri, og okkara krøv hækka bara sum tíðin líður. 

Facebook viðmerkingar