Stóra og væl umtókta tiltakið síðst í mai á hvørjum ári, Mentanarnáttin á Tvøroyri, er vorðin útsett til 5. juli.
Verkfall er og hetta órógvar fyrireikingarnar so mikið, at vit hava gjørt av at útseta, í staðin fyri at hava eina Mentanarnátt, har fleiri tiltøk ikki lata seg gera at fyriskipa.
Arbeitt verður nú við at fáa nýggju skránna klára til 5. juli og tíbetur sær út til, at við vælvild frá øllum, so fara vit at hava eina frálíka mentanarnátt, enn einaferð.
Setið kross í kalendarin, fríggjadagin hin 5. juli.
Facebook viðmerkingar