Vegna valnevndina í Tvøroyrar kommunu

Vegleiðandi fólkaatkvøða um samanlegging millum Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu 15. juni 2024

Vallistin

Vallistin til vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamananlegging millum Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu, liggur frammi til alment eftirlit á Býráðsskrivstovuni á Tvørávegi 37 á Tvøroyri, frá týsdegnum 28. mai til og við fríggjadagin 14. juni, í vanligari arbeiðstíð millum kl. 09:00 – 15:00.

Valið 15. juni 2024

Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági frá kl. 10.00 – 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður

Veljarar, ið sambært vallistanum lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 14. juni 2024.

Heimaval

Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá á kommunuskrivstovuni á tlf. 611085, í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni 2024 kl 12.00.

Valkort verða ikki nýtt

Valkort verða ikki send út, í samband við vegleiðandi fólkaatkvøðuna. Veljarin møtir á valstaðnum, hevur samleikaprógv við og kann tað síðan verða eftirkannað, um veljarin stendur á vallistanum.

Valrættur

Valrætt hava øll tey, ið á valdegnum eru fylt 18 ár og eru skrásett í kommununi.

Valnevndin í

Tvøroyrar kommunu

266966 / 571901

Facebook viðmerkingar