Borgarafundur í Salt

Tvøroyrar kommuna: Mánakvøldið 3. juni, frá kl. 20:00, verður borgarafundur í SALT á Drelnesi. Evnið er vegleiðandi fólkaatkvøðan um samanlegging millum Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunu.

Býráðslimir og bygdarráðslimir úr báðum kommunum luttaka.

Møguleiki verður at seta spurningar og allir borgarar í Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunu eru vælkomnir.

Facebook viðmerkingar